Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík.

Leygardagin 16. mei kl. 16.00 fer “Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu” av bakkastokki.

Keyp atgongumerkir við at trýsta á her

Síggj skránna her

Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum/bólkum luttaka, fáa vit í ár vitjan av norska bólkinum SPUTNIK, sum m.a. er kendur við slagaranum “La os leve for hver andre...” og “Luk op din hjerte dør...

Onnur, sum koma at luttaka eru : Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm, Alex og Kristina Bærentsen, Halleluja Sofus og Vestmenn.

Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

Hendan dagin,har vit vóna at veðrið verður gott, verður pallur og tvey telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri røktarheimið. Eisini verður Røktarheimið “opið” fyri festival gestum.

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!

Ongin parkering verður á økinum hendan dagin og verður víst  til parkeringsøkið við, Ítróttarhøllina, læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðnis í nánd. Skipað verður fyri koyring frá parkeringsøkinum  til festivaløkið.

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum” . Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at  festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!

Luttakaratalið verður avmarkað og tí er tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast.

Atgongumerki  kostar  kr. 200,00
Atgongumerki  fáast til keyps á netinum : www.ere.fo, á Kunningarstovuni í Runavík: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. – tlf. 417060 og  á skrivstovuni á røktarheiminum.

Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf.  290211 ella 290212.

Í vón um, at aftur í ár  verður  tikið væl undir við hesum tiltaki.

Fyrireikararnir.