Endamál

Dagtilhaldið er til heimabúgvandi pensionistar.
Tilboðini á Dagtilhaldinum miðja ímóti at stuðla førleika brúkaranna, tað veri seg likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.

Dagtilhaldið er fyri tey, ið lúka hesi krøv:

  • Pensionistar ið fatanarliga, sálarliga og sosialt eru før fyri at taka virknan lut í teimum tilboðum dagtilhaldið hevur.
  • Megna at eta sjálvi
  • Klára at fara á WC sjálvi (tó er møguleiki fyri stuðli)

Opið er:

Allar gerandisdagar frá kl 9.00 til 16.00.


Dagtilhaldshølini:

Dagtilhaldshølini er ergoterapiin (Heimistova) saman við øðrum hølum í námd av ergoterapiini.


Tilboðini

Sosialt samvera, ítriv av handaligum og andaligum slag.

Hvønn morgun verður lurta eftir andakt. Eisini er upplestur úr bløðunum eins og annar upplestur.

Møguleiki er fyri ymiskum handaligum arbeiði og ymiskum spølum.

Eisini eru hugnaløtur við ymiskum innihaldi.

Fimleikur er hvønn mána- og fríggjadag kl. 11.00


Onnur tilboð
:

Døgurði og annað ábit.

Hárviðgerð kann fáast sambært avtalu, og er til tey, ið ikki kunnu nýta tilboð í býnum/bygdini.

Fótarøkt kann veitast eftir nærri avtalu.

Koyring: Brúkarin skipar sjálvur fyri koyring.

Avboð: Fráfall vegna sjúku ella annað skal sigast frá á tlf. nr. 47 82 14.

Telefontíð er frá kl. 9.00 til 16.30