Heimið liggur í náttúrvøkrum umhvørvi ikki so fjart frá Toftavatni.
13 kommunur í Eysturoynni stóðu aftanfyri tiltakið “Eysturoyar Røktar-og ellisheim”. Í 2010 er talið av kommunum 7. Heimið varð tikið í nýtslu á várið 1984 við 32 búplássum. Varð útbygt við 14 plássum í 1992. 2006 eru 24 pláss komin afturat,soleiðis, at pláss er fyri 70 búfólkum tilsamans.

Vitjunartíð.
Her á Heiminum hava vit ongar fastar vitjunartíðir, so tit eru altíð vælkomin at vitja, tá tað liggur fyri.

Heimið á Mýrunum, er ein deild fyri minnisveik við 8 plássum, sum varð tikin í brúk 01.04.2007.

Stýrið fyri heimið
er mannað við einum umboðið úr hvørjari kommunu. Stýrið skipar seg sjálvt.

Fyri at koma inn á heimið at búgva, skal umsóknarblað útfyllast og er tað ein upptøkunevnd sum tekur støðu til umsóknirnar. Áðrenn fólk flyta inn, verður eina sokallaða “heimavitjan” gjørd, har frágreiðing grundað á upplýsningar frá búfólki/avvarðandi verður skrivað. Henda verður framløgd starvsfólkum til kunningar, áðrenn búfólkið kemur á heimið. Eitt av nevndu starvsfólkum hevur ábyrgd av, at búfólkið/avvarðandi verður væl móttikið.

Síðan juli 2001 verður allur raksturin fíggjaður úr landskassanum.
Heimið er fyrst og fremst ætlað fólkið úr Eysturoynni.
Fyristøðumaður við sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum.

 

Deildarslag

Heimið er ætlað fólki við røktartørvi og er pláss til 66 fastbúgvandi og 4 pláss  til umlætting.
Fýra deildir eru, Suðurstova við 14 plássum , Demensdeild við 8 plássum, Miðstova við 24 plássum og Norðurstova við 24 plássum og. Ein deildarleiðari er á hvørji deild.


Umframt at veita heildarrøkt alt døgnið eru hesi tilboð/møguleikar á staðnum:

  • Fysioterapi
  • Ergoterapi
  • Dagtilhald
  • Frisør
  • Fótarøkt
  • Læknavitjan x 1 um vikuna ella eftir tørvi
  • Gudstænasta/ møtir
  • Mentunnartiltøk av ymiskum slagi

Umframt túrar innanoyggja verður einaferð árliga skipað fyri uttanlandferð við búfólki. Bussur, sum heimið eigur, verður nýttur til endamálið
Búfólkini kunnu fáa vitjan alt døgnið.

 

Íbúðar umstøðurnar

Heimið er rúmsótt og er bygt fyri tað mesta í einari hædd. Í norðara endanum av húsinum er tó tvær hæddir.
Búfólkið hevur egið rúm, sum er uml. 24m² til støddar, íroknað lítil gongd v/skápi og eitt baðirúm.
Eitt tvírúm(hjúnarrúm)er.
Búfólkið kann hava egið innbúgv.

Húsið er i høvuðsheitum deilt upp í búfólkaeindir, við 4 plássum í hvørjari. Tvær eindir “renna saman” soleiðis at hesi 8 kunnu gera nýtslu av egnum sitirúmi og lítlum thekøki.

Í Suðurstovu er:

  • Sitistova
  • Matstova og lítil køkur
  • Havastova v/ akvarium
  • Venjingarhylur, sum eisini verður nýttur nógv av børnum/vaksnum við likamligum brekum
  • Hárfríðkan
  • Fótarøkt
  • Tvírúm til búfólk
  • Skoli-og goymslurúm


Í Miðstovuni er:

  • Stór siti-og matstova
  • Telefon”rúm” v/ kort-telefon
  • Vaktsova og høli til fyrisitingina
  • Høli til deildarleiðara
  • Vaski-og seymirúm til búfólkaklæði
  • Skoli-og goymslurúm.


Í Norðstovuni er:

  • Stór siti-og matstova(kafiteria)
  • Køkur
  • Telefon”rúm” v/ kort-telefon
  • Vaktsova
  • Høli til deildarleiðara
  • Ergoterapi
  • Fysioterapi
  • Samkomuhøli til ymisk endamál
  • Skoli-og goymslurúm.


Millum Suðurstovu og Miðstovu liggur felagskøkurin.

Atkomumøguleikarnir til heimið eru góðir og økið rundanum slætt. Sostatt er tað lætt hjá fólki at koma inn og fara uttar, eisini hjá teim sum nýta koyristól. Høvuðsdyrnar, bæði í SS og MS, eru knýttar automatikki og eru tí “brúkaravinarligar”. Góðir møguleikar at ganga/nýta koyristól rundan um húsið.