Hvønn veg sigla vit?

  • At umhvørvið verður so heimligt sum gjørligt.
  • At samleiki búfólksins verður varðveittur.
  • At sjúku- og heilsurøkt verður veitt í mun til tørvin hjá tí einstaka,
    • Likamliga
    • Sálarliga
    • Sosialt
    • Andaliga
  • At veita hjálp til sjálvhjálp.
  • At samstarvið (sambandið) millum heimið og avvarðandi er gott.
  • At veita avvarðandi neyðuga vegleiðing/hjálp.
  • At virka fyri og varðveita gott samstarv við allar arbeiðsbólkar, ið hava samband við heimið.
  • At virka fyri góðum samstarvið millum búfólkið og starvsfólkið.
  • At virka fyri, at ásetti fíggjarkarmur verður hildin.
  • At reinførisligar meginreglur verða fylgdar eins og vanligt reinføri.
  • At væl verður farið um ognir búfólksins eins væl tað, ið heimið eigur.
  • At virkað fyri regluligari undirvísing fyri starvsfólkið.
  • At skapa og varðveita góðan trívsil bæði fyri starvsfólk, búfólk og avvarðandi.