Grundarsteinurin er lagdur hin 4. september 1982. Landsstýrismaðurin í socialmálum Eilif Samuelsen legði steinin. Um hetta mundið var Margretha II drotning í Danmark og Pauli Ellefsen løgmaður í Føroyum.

Forsøgan til Røktar og Ellisheim í Runavík er henda:

Seinast í 1950-ára talinum komu menn og kvinnir saman at tala um at fáa til vega eitt slíkt heim. Fólkatalið var vaksandi og kundi ætlast at koma at vaksa skjótari í komandi tíð, og við hesum vaksandi fólkatali fór óivað at verða tørvur á slíkum heimi.

Hin 5. januar 1961 varð kallað saman til fundar, og byrjað var við at lesa: Jákupsbræv 2. kap. v. 14.-17.

Ætlanin var, at eitt møguligt heim skuldi vera sjálveigandi og vera bygt á kristiligum grundarlagi.


Hesi fólk vóru vald í fyrireikingarnevnd:

Harra Jens Chr. Olsen, Toftir

Mejnhardt Hansen, Nes

Havstein Ellingsgaard, Runavík

Esmar Lamhauge, Rituvík

Fr. Hanna Vang, Glyvrar

Dagmar Hansen, Saltnes

Hannebeth Jacobsen, Nes


Biðið var um grundstykki, og varð hetta játtað av eigarinum. Eisini varð gjørd landsinnsavnan til frama fyri heimið.

Hin 8. desember 1968 var Lions Club Eysturoy stovnaður, og var fyrsta tiltak, hesin felagsskapur stuðlaði, at fáa framt málið um Røktar og Ellisheim í Eysturoynni. Fyri at koma longur við málinum var hin 28. apríl 1969 hildin fundur við umboðum fyri innsavningarnevndina, Lions Club og kommununum í Eysturoynni.

Samtykt var at ganga saman um, at loysa málið, og var henda fyribils starvsnevnd sett:

Harra Sigvald Kristiansen, Skáli

Pauli E. Joensen, Skáli

Mejnhardt Hansen, Tórshavn

Við hesum grundarlagi var møguleiki fyri at fáa vanligan stuðul til bygging og rakstur av Røktar og Ellisheimi. Starvsnevndin fór undir at fáa til vega uppskot til eitt tílíkt heim. Somuleiðis var arbeitt við at fáa reglugerð fyri heimið, samskipan av kommunum, útreiðslubýti, val av stýri og bygginevnd.

Hesar gávur eru latnar til heimið:

Samlaði eigindómurin á Toftum/Føroya Jarðarráð, lendið

Landsinnsavnanin í 1961, Kr. 183.000,00

Lions Club Eysturoy, Kr. 208.000,00

Runarvíkar kommuna, byggibúning


Hin 7. mai 1980 komu hesi umboð fyri kommunurnar í felagsskapinum Røktar og Ellisheim Runavík saman og valdu bygginevnd:

Jógvan J. Olsen, Toftir, fyri Nes kommunu

Hans Jacobsen, Glyvrar, fyri Runavíkar kommunu

Oddfríður Gregersen, Gøta, fyri Gøtu kommunu

Sofus í Selvindi, Strendur, fyri Sjóvar kommunu

Pauli E. Joensen, Skáli, fyri Skála kommunu

Michael Pattinson, Funningsfj. fyri Elduvíkar kommunu

Leivur Eidesgaard, Oyndarfjørður, fyri Oyndarfjarðar kommunu

Klæmint Eliassen, Leirvík, fyri Leirvíkar kommunu

Sigfríður Jørðhamar, Fuglafjørður, fyri Fuglafjarðar kommunu

Petur Bláberg, Funningur, fyri Funnings kommunu


Og var henda bygginevnd vald:

Niclas Foldbo, Toftir, fyri kommunurnar

Hans Jacobsen, Glyvrar, fyri kommunurnar

Pauli E. Joensen, Skáli, fyri kommunurnar

Jákup E. Jacobsen, Gøta, fyri kommunurnar

Sigvald Kristiansen, Skáli, fyri Lions Club Eysturoy

Mejnhardt Hansen, Tórshavn, fyri nevndina av 5.1.1961

Poul Olsen, Saltangará, fyri heilsumyndugleikarnar

Sørin Hansen, Nes, kom í bygginevndina fyri Mejnhardt Hansen, tá hann fór til Onglands at starvast.


Teir verandi bygdaráðsformenn eru:

Andras Magnussen, Nes fyri Nes kommunu

Martin Olsen, Søldarfjørður, fyri Runavíkar kommunu

Oddfríður Gregersen, Gøta, fyri Gøtu kommunu

Steintór Larsen, Fuglafjørður, fyri Fuglafjarðar kommunu

Andor Sivertsen, Funningur, fyri Funnings kommunu

Andrass Danielsen, Skáli, fyri Skála kommunu

Poul G. Danielsen, Strendur, fyri Sjóvar kommunu

Johan Hammer, Elduvík, fyri Elduvíkar kommunu

Leo Joensen, Oyndarfjørður, fyri Oyndarfjarðar kommunu

Eybjørn Lervig, Leirvík, fyri Leirvíkar kommunu

Jónstein Dam, Norðskáli, fyri Sunda kommunu


Limir í stýrinum eru:

Hans Jacobsen, Glyvrar, fyri Runavíkar kommunu

Sofus í Selvindi, Strendur, fyri Sjóvar kommunu

Andreas Magnussen, Nes, fyri Nes kommunu

Oddfríður Gregersen, Gøta, fyri Gøtu kommunu

Petur Halgadal, Fuglafjørð, fyri Fuglafjarðar kommunu

Jósleiv Joensen, Leirvík, fyri Leirvíkar kommunu

Árni Joensen, Elduvík, fyri Elduvíkar kommunu

Andor Sivertsen, Funningur, fyri Funnings kommunu

Leivur Joensen, Oyri, fyri Sunda kommunu

Carl Weihe, Skáli, Skála kommunu


Projekterað heimið hava:

Ingeniørfirma Crone & Koch Ordrupvej 60, 2920 Charlottenlund.

Arkitektfirma Poul Clausen Rosenvængets Sideallé 3, 2100 København Ø


Eftirlit við arbeiðinum hava somu feløg.

 

Tey ymisku arbeiðini gera:

  1. Múraraarbeiðið Dragaberg & Jacobsen 3870 Klakksvík
  2. Timburarbeiðið Kristian Joensen 3813 Fuglafjørð
  3. Blikksmiðjuarbeiðið Dánial Petur Hansen 3870 Klakksvík
  4. Snikkaraarbeiðið P/F Klótan 3815 Gøta
  5. Glarmeistaraarbeiðið Kristian Joensen 3813 Fuglafjørð
  6. Smiðjuarbeiðið Dánial Petur Hansen 3870 Klakksvík
  7. Gólváleggingararbeiðið Jan Rasmussen 3850 Saltangará
  8. Málaraarbeiðið Mogens Skoradal 3850 Saltnes
  9. V.V.S. Arbeiðið Dánial Petur Hansen 3870 Klakksvík
  10. El-arbeiðið El-Húsið v/ J. Jakobsen 3850 Saltangará
  11. Lendi - veg - hegnarbeiðið Kristoffer Dragaberg 3870 Klakksvík
  12. Lyftaarbeiðið A/S Kone, Herstedsvang 7 2620 Albertslund


Arbeiðið byrjaði hin 15august 1981 og ætlast at vera liðugt í desember mánaði 1983.

Motto fyri heimið:

Bróðurhond í trúgv ber miklan bata

 

Hetta skjal er undirritað á Runavíkar Sjómansheimi hin 4. september 1982 av:

Ríkisumboðsmanni
Niels Berntsen

Stýrisformanni
Hans Jacobsen

Landstýrismanni
Eilif Samuelsen

Bygginevndarformanni
Niklas Foldbo